Fiskitúrar við tráðu.
                                                  

Hvat er meiri nærliggjandi enn at fara ein túr út at fiska frá størsta fiskivinnustaðnum í Føroyum, nevniliga Klaksvík?

Út frá Klaksvík eru frálíkir møguleikar at náa út á rík fiskimið bæði norðanfyri og sunnanfyri, í nærum øllum veðri.

Hetta hevur eisini verið við til at gjørt Klaksvík til størstu fiskivinnuhavn í Føroyum, hvar landsins størsti fiskifloti er heimahoyrandi.

Í fleiri ættarlið hava næstan øll húski í Klaksvík og Norðoyggjum verið tengd at fiskivinnuni á ein ella annan hátt.

At uml. 95% av útflutningsvirðinum kemur frá fiskivinnuni, undirstrikar stóra týdningin fiskivinnan hevur fyri livifótin í Føroyum.

Komet ger fiskitúrar hvønn dag frá mei til septembur. Hesir túrar eru vælegnaðir til smærri ella størri ferðaløg.

Øll útgerð ið nýtast skal á túrinum er umborð, men tit eru vælkomin at hava egnan fiskireiðskap við, um tit hava hug til tess.